Starvsfólk til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði

Søkt verður eftir starvsfólki til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens, so hevur tú møguleika at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi borgarum, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt.

Talan er um starvsbrøk 0,5 og arbeiðstíðin er kl 9-16 yrkadagar.

Førleikakrøv:

  • Persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
  • Útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
  • Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku.
  • Gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum.
  • Evnir at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, tey avvarðandi og starvsfelagar.
  • Ábyrgdarkenslu, arbeiðssemi og nærlagni, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast.
  • Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.
  • KT-førleika á brúkarastøði.

Útbúgving sum demenssamskipari er ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt framtakshugað arbeiðspláss
  • Fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn týsdagin 7. februar 2023 kl.12:00.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo  ella til:

Nánd

Oyran 2

512 Norðragøta.

Starvssetan og løn:

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 15.februar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

Search by