Spírar til Nánd

Ert tú millum 14 og 17 ár, og hevur hug til at vera saman við og hugna um okkara eldru?

Á eldrasambýlunum Gøtubrá í Norðragøtu og Vesturstovu í Fuglafirði sóknast vit eftir spírum 1-2 gerandis-dagar um vikuna í 2 tímar, millum kl. 15 og 18, ella sambært avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera at spæla spøl, fara gongutúrar, lesa ella práta. Tað er bara hugflogið, sum setur mørk.

Send okkum tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri!

Search by