Søkt verður eftir røktarstarvsfólkið til heimatænastuna hjá Nánd

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Heimatænastan heldur til í Miðstøðini í Leirvík, við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, hjálparfólkum og fysio- og ergoterapeutum, sum øll luttaka í einum endurmennandi toymi.

Søkt verður eftir 

Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til fast starv, starvsbrøkur er eftir avtalu.

Starvið verður sett frá 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. 

Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Førleikar og væntanir

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, ert tú vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur útbúgving.
  • Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum røkt, endurmenning og heilsustimbran
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir 
  • Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Jaligheit og smidleika  

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálstøðugt og spennandi arbeiðspláss
  • Fjølbroyttar avbjóðingar
  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Felags innleiðslu í Nánd umframt upplæring á staðnum
  • Dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Eitt eldraøki í menning

Sarvssetan og løn: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212. 

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Des. 2024 kl.12.00.       
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Biskupsmerkur 4, kj. – 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo

_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt umframt venjingarmiðstøð.   
Sí meira um Nánd á: www.nand.fo.

Search by