Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til útiøkið

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir

heilsurøktara ella heilsuhjálpara. Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti. Brøkurin er eftir avtalu.

Starvið verður at byrja 1. apríl 2023 ella skjótast møguligt.

Dentur verður lagdur á

  • Førleika, hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir
  • Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Álit, jaligheit og smidleika 

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00, 03. mars 2023.       
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2  – 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo

_____________________________________________________________________________

Nánd er skipað javnbjóðis samstarv millum Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Sí meira um Nánd á: www.nand.fo.

Search by