Sjavs, borðspøl og hugni í Víkingahúsinum mikukvøldið

Mikukvøldið 15. februar kl. 20:00 verður góður møguleiki at spæla sjavs, borðspøl og hugna sær í Víkingahúsinum. Tiltakið er fyri allar aldursbólkar.

Tiltakið varð roynt í heystferiuni og eydnaðist væl.

Vit hava nøkur spøl, tit kunnu lána, annars eru tit vælkomin at taka tykkara egna spæl/egnu spøl við. 

Vit bjóða ein drekkamunn og okkurt søtt.

Verið vælkomin!

Search by