Býráðið í Eysturkommunu samtykti á fundi tann 30. januar 2025 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. 339m og 339aq í Fløtugerði í Leirvík.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipa økið, áseta treytir, staðseting, vídd og hædd fyri byggingina.
Tilfar, sum lýsur uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í býráðshúsinum í Norðragøtu frá 10. februar 2025 og fram til 05. mars 2025.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða
kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 26. mars 2025.
Eysturkommuna
10. februar 2025