Røktarstarvsfólk til heimatænastuna

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Heimatænastan heldur til á Miðstøðini í Leirvík, og har arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og fysio- og ergoterapeutar, sum øll luttaka í einum endurmennandi toymi.

Søkt verður eftir:

Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,75 ella eftir egnum ynski.

Starvið verður sett frá 1. mai 2025 og til 31. mai 2026.

Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Førleikar og væntanir:

· Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari

· Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum røkt, endurmenning og heilsustimbran

· Góð tvørfaklig samstarvsevnir

· Evni og áhuga at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum

· Jaligheit og smidleika

Vit kunnu bjóða

· Eitt sjálstøðugt starv og eitt spennandi arbeiðspláss

· Fjølbroyttar avbjóðingar

· Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

· Felags innleiðslu í Nánd umframt upplæring á staðnum

· Dugnaligar og virknar starvsfelagar

· Gott arbeiðsumhvørvi

· Eitt eldraøki í menning

Starvssetan og løn:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir:

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mars 2025 kl.12.00. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Biskupsmerkur 4, kj. – 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo

Search by