Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til heimatænastuna hjá Nánd.
Heimatænastan veitir sjúkrarøkt, heimahjálp, fysio- og ergoterapi til heimabúgvandi borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Heimatænastan er staðsett á Miðstøðini í Leirvík, og har arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar og hjálparfólk.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki, og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær vit leita eftir.
Søkt verður eftir
Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til fast starv, starvsbrøkur er eftir avtalu.
Starvið verður sett frá 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.
Heilsuhjálpara til eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,9.
Starvið verður sett frá 15. mai 2024 og til 1. juli 2025.
Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.
Vit vænta at tú
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.
Vit kunnu bjóða tær
Starvssetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. +298 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. mai 2024 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd, Biskupsmerkur 4, kj., 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her