Nánd leitar eftir avloysarum til summarið 2023!

Summarfrítíðin nærkast, og Nánd hevur tørv á øllum góðum kreftum at hjálpa til í summarhálvuni. Ert tú ung/ur, í bestu árum ella møguliga pensjónist, so kunnu vit avgjørt brúka tína arbeiðsorku og førleikar, bæði um tit eru fak- ella ófaklærd. Um ynski er at arbeiða nógv ella bert nakrar fáar tímar, so er tað eisini ein møguleiki.

Á eldrasambýli verður tú um tey eldru og hjálpir til í røktini, køkinum ella reingerðini. Í heimatænastuni hjálpir tú borgarum heima. Møguleiki er at arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.

Tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki annars.

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú kanst søkja við at ringja á tlf. 730200 ella við at senda t. post nand@eystur.fo. Tú kanst eisini senda okkum tína umsókn við at fylla teigarnar út niðanfyri. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Search by