Talan er um starv á 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi og er tíðaravmarkað fram til 28. februar 2025.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
Vit ynskja at tú:
Um stovnin
Stovnurin er lagdur inn í lendið. Vøggustovurnar liggja í ovara partinum og barnagarðurin í niðara partinum. Talan eru um fýra vøggustovur og fýra barnagarðsstovnur og er stovnurin normeraður til 112 børn.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Gjáa, verður settur í starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:
eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 29. mars 2024.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá R. Hentze, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.