Námsfrøðingur til Brúsa í Leirvík

Søkt verður eftir námsfrøðingi  at byrja 12. August 2024. Talan er um starv á 30 tímar um vikuna, við møguleika fyri at økja um tímatalið. Talan er um starv á eini barnagarðsstovu.

Vit kunnu bjóða tær:

  • spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur
  • ein stovn, har pláss er fyri øllum
  • ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag
  • ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd
  • jalig, opin og álítandi starvsfólk

Vit ynskja at tú:

  • ert viðurkennandi
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
  • ert nýhugsandi
  • sært  tørvin hjá einstaka barninum
  • sært styrkir hjá einstaka barninum
  • tekur ábyrgd

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Brúsa, verður settur í starvið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 04. juni 2024.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Search by