Námsfrøðingur til Brúsa í Leirvík

Søkt verður eftir námsfrøðingi  at byrja 07. August 2023. Talan er um starv á 40 tímar um vikuna. Talan er um starv á eini barnagarðsstovu.

Vit kunnu bjóða tær:

  • spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur
  • ein stovn, har pláss er fyri øllum
  • ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag
  • ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd
  • jalig, opin og álítandi starvsfólk

Vit ynskja at tú:

  • ert viðurkennandi
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
  • ert nýhugsandi
  • sært  tørvin hjá einstaka barninum
  • sært styrkir hjá einstaka barninum
  • tekur ábyrgd

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 29. mai 2023.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Search by