Nú er ein felags leistur galdandi fyri vitjanir á øllum búeindunum á eldraøkjunum.
Gongdin í Føroyum hevur verið jalig í mun til smittu, og tí hevur verið meiri opið fyri vitjandi í seinastuni á búeindum á eldraøkinum. Frá 15. juni er vandi fyri, at smittan økist í landinum, tí landið slakar upp á smittufyribyrgjandi tilmæli/tiltøk til ferðandi til Føroyar.
Tað hevur verið ymiskt, hvussu høgt tal av vitjandi, eldrasamstørvini hava loyvt inni á búeindum, og vitjaninar hava verið skipaðar ymiskt.
Eldrasamstørvini hava avgjørt frameftir at hava ein og sama leist, tá talan er um tal av vitjandi, og nær hesi kunnu “skiftast út” við onnur vitjandi.
Frá 15. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna, soleiðis at vitjanarskarin kann líðandi verða útskiftur aftaná 6 vikur.
Fysisku karmarnir, t.d. fermetratalið, er avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja í senn, og ávísu eldraøkini gera serstakara leiðrelgur hesum viðvíkjandi.
Tað er framhaldandi umráðandi, at vitjandi skráseta seg, tá tey vitja, so tað lættliga ber til at spora smittuvegir, um tað gerst neyðugt.
Sama ger seg galdandi, um ein hevur verið til tiltøk, ið økja um smittuvanda, ella havt tætt samband við fólk, ið koma úr útlondum.
Øll almenn tilmæli um sosialan atburð og reinføri skulu framhaldandi altíð haldast. Tú finnur almennu tilmælini her.