Søkt verður eftir leiðara til tónlistaskúlan í Eysturkommunu at byrja 01. mars 2025 ella skjótast til ber. Talan er um starv á hálva tíð við møguleika fyri tillaging.
Um tónlistaskúlan
Í løtuni ganga á leið 80 næmingar í tónlistaskúlanum og samsvarar hetta við 2,3 læraraársverk.
Tónlistaskúlin er staðsettur bæði í Leirvík, har næmingar frá Skúlaspíra til og við 3. flokki ganga, og við Gøtugjógv, har næmingar frá 4. flokki til og við 7. flokki ganga. Karmarnir hjá tónlistaskúlanum eru júst vorðnir soleiðis uppraðfestir, at skúlin við Gøtugjógv nú hevur fleiri góð hølir á somu staðseting til frama fyri m.a. samanspæl, fleksibilitet og trivnað hjá læraranum.
Ynskir til framtíðina
Tónlistaskúlin myndar umhvørvið kring skúlan í Eysturkommunu, og er tað ynskiligt, at tónlistaskúlin gerst meiri sjónligur í mentanarlívinum og vísir sítt virði í kommununi.
Væntað verður, at viðkomandi, ið verður settur, umframt at vera dyggur umsitari, er kveikjandi, framsøkin, íverksetandi, dugir væl at samskipa og samstarva og hevur greiðar framtakandi hugsjónir fyri tónlistaskúlan. Viðkomandi skal duga at seta mál og at røkka hesum.
Afturat teimum uppgávum, ið liggja í arbeiðinum sum tónlistaskúlaleiðari, er eisini møguleiki fyri, at nakrir tímar verða avsettir til undirvísing í skúlanum í Eysturkommunu. Um so er, verður hetta avtalað partanna millum.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava tónleikanámsfrøðiligt prógv frá tónleikakonservatorium ella aðra samsvarandi tónleikaútbúgving. Útbúgvingin skal í minsta lagi vera á bachelor stigi og góðkend av landsmyndugleikanum.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur royndir frá tónleikaskúlaarbeiði. Fyrisitingarligar royndir og gott skil fyri fíggjarviðurskiftum eru somuleiðis ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Astrid Johannesen, mentanar- og ferðavinnusamskipara í Eysturkommunu, tlf. 730020
Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Umsóknir skulu verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2025.