Kunngerð um broyting í býarskipanini fyri Eysturkommunu.

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við
Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri
Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.


Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina
fyri Eysturkommunu fyri part av matr. 426c umframt part av matriklunum 399, 400, 401, 402, 403, 404, 405
og 406 í Leirvík.


Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. 426c, umframt part av matriklunum 399, 400,
401, 402, 403, 404, 405 og 406 í Leirvík, frá J-øki, Landbúnaðarøki, til B1-øki, Alternativ íbúðarbygging.


Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Leirvík,
liggur frammi á www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 30. januar 2023 og til og
við 23. februar 2023.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta
lagi 16. mars 2023.

Search by