Broyting í býarskipanini fyri Eysturkommunu.
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta matr. 86ay og 86ax í Norðragøtu frá B2 øki: Bústaðrøki við serstakari byggisamtykt til B1-øki: Alternativ íbúðarbygging.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Norðragøtu, liggur frammi á www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 17. apríl 2023 og til og við 10. mai 2023.