Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 27. januar 2022 uppskot um at broyta býarplanin fyri neystaøki G2 í Syðrugøtu.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 7. februar 2022 og til og við
3. mars 2022 á kommunuskrivstovuni.
Tilfar sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni www.eystur.fo .
Eysturkommuna
28. januar 2022