Kunngerð um broyting av býarskipanini fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Eysturkommuna býráð á fundi tann. 30 mars 2023, hevur samtykt broytingar í býarskipanini fyri Eysturkommunu.

Broyting av býarplaninum í Syðrugøtu:

  • Umfatar matr.199a Syðrugøtu

Lýsing, verandi støða:

  • Øki liggur í dag sum B2- øki, ið er ætla til bústaðarøki við serstakari byggisamtykt.
  • Sí Verandi býarplanur 26.09.2023

Lýsing um broytingina:

  • Uppskoti snýr seg um at broyta part av matr.199a til B1-øki, ið er ætla til Alternativa íbúðarbygging. Hetta tí at kommunan ynskir at bjóða øki út til íbúðarbygging.
  • Sí. Broytur býarplanur 26-09-2021

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta býarskipanina á omanfyri nevnda matrikli í Syðrugøtu, liggur frammi á www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu frá 02. oktobur til og við 25. oktobur 2023.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. novembur 2023.

Eysturkommuna

25. Septembur 2023

Search by