Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt – seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013 – verður við hesum boðað frá, at Eysturkommunu býráð á fundi tann 29 apríl 2021, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Eysturkommunu.
Partur av matr. 187a
Nevndi matrikul liggur sum: Havnaøki D.
Sí verandi býarplanur 13-10-2021
Partur av nevnda matrikul verður broyttur til:
Neysta og vinnubygging við serstakari byggisamtykt G2
Sí broyttur býarplanur 13-10-2021
Broytingin av býarplaninum er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 22. oktobur til og við 16. novembur 2021 á kommunuskrivstovuni og á www.eystur.fo.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desembur 2021.