Kunngerð Broyting í Býarplaninum fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 24. februar 2022 uppskot um at broyta býarplanin fyri matr.324a, 324b, 110a, 204, 241 og 239 í Syðrugøtu.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 25. apríl 2022 og til og við

18. mai 2022 á kommunuskrivstovuni.

Tilfar sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni www.eystur.fo .

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 08. juni 2022.

Eysturkommuna

19. apríl 2022

Search by