Tað kann vera ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hanga saman hesar dagarnar. Serliga fyri barnafamiljur. Tí hava vit savnað saman nakrar ofta settar spurningar og svar, ið vónandi kunnu vera til hjálpar.
Ja. Frísk børn kunnu gott spæla við onnur frísk børn. Vit mæla tó til, at í mesta lagi 2-3 børn spæla saman í senn, og at tey somu børnini spæla saman frá ferð til ferð – og børnini skulu helst spæla uttandura.
Tað kunnu tey, men fylg ráðunum omanfyri. Og ver serliga ansin við at børnini vaska sær um hendurnar, tá tey koma heim, og at tey ikki deilast um leikur.
Nei, vit mæla til, at allar familjuveitslur o.a. verða útsettar.
Somu tilráðingar eru galdandi fyri heimaundirvísing sum fyri at spæla saman – í mesta lagi 1-2 børn á vitjan í senn og helst tey somu børnini frá ferð til ferð. Og minst til, at børnini ikki skulu vera saman við øðrum, um tey hava sjúkueyðkenni. Tá skulu tey vera við hús.
Nei, vit mæla frá, at børnini sova saman. Tá tey sova saman, eru tey tætt at hvørjum øðrum innandura og yvir nógvar tímar. Lova børnunum heldur at ringja til hvørt annað fyri at siga góðanátt.
Nei, men eggja henni til møguliga at tosa við handilsleiðaran um leiðreglurnar fyri smittuverju.
Vit mæla til, at bara ein í familjuni keypir inn. Lat børnini vera heima um til ber.
Tosa við tey í barnahædd um teirra stúranir og greið teimum frá, hví vit noyðast at ansa betur eftir enn vant. Tey allarflestu, ið fáa koronasmittuna, fáa mild sjúkueyðkenni. Hjá einum, sum framman undan er eldri ella álvarsliga sjúkur, kann sjúkan gerast álvarslig. Men greið teimum eisini frá, at vit hava eitt frálíkt sjúkrahúsverk og dugnaligar læknar til at hjálpa fólki við at gerast frísk aftur. Er talan um størri børn, kunnu tit hyggja at tíðindasendingum fyri børn saman.
Tosa við tey um hví og hvussu ein skal verja seg.
Ring oftari enn tit plaga og nýt møguleikar við videosamrøðum. Til ber eisini at senda brøv til hvønn annan.
Ofta – ein góð regla at hava, er hvørja ferð ein kemur inn ella fer út, og áðrenn hvørja máltíð.
Halt teg til tey yvirskipaðu ráðini um handreinføri og at njósa og hosta í ermuna.
Oftari enn vant, serliga nú tit eru so nógv heima og eru tættari saman.
Eru ommur og abbar álvarsliga sjúk ella hava tey varandi sjúku, skulu tey hvørki koma á vitjan ella hava vitjan. Jú eldri ommurnar og abbarnir eru, jú størri er kjansurin fyri, at tey hava álvarsliga sjúku. Hóast tey kunnu kenna seg frísk, er teirra mótstøðuføri verri, enn tá tey vóru ung.
Tað er umráðandi at tosa um tær stúranir, sum sjúkan kann hava við sær. Tey flestu, ið verða smittað, hava mild sjúkueyðkenni. Men eldri fólk og fólk við varandi sjúkum kunnu fáa álvarsligari sjúkueyðkenni.
Ja, um hon er ring av astmu. Fólk við astmu, ið er væl viðgjørd, er ikki í vandabólki.
Jú fleiri sjúkueyðkenni ein hevur, jú meira smittar ein. Um børnini ikki hava sjúkueyðkenni, skal nógv til, áðrenn tey smitta.
Tað er í lagi, at børnini hava vanliga samveru sínamillum. Men um børnini fáa sjúkueyðkenni, skulu tey vera verandi hjá tí eina av foreldrunum.
Hann skal halda seg heima í 14 dagar eftir heimkomu, og vit mæla til, at tit útseta samveruna hesar 14 dagarnar.