Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkum at byrja 01. apríl 2025.
Talan er um trý størv:
– eitt starv á 20 tímar um vikuna á Brúsa í Leirvík
– eitt starv á 20 tímar um vikuna á Gjáa við Gøtugjógv
– eitt starv á 15 tímar um vikuna á Frítíðarheiminum Gásamýri í Leirvík
Arbeiðsuppgávur:
– Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.
Persónligir eginleikar:
– Álítandi og ábyrgdarfull/ur
– Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
– Røkin og arbeiðssom/samur
– Fleksibul og tolir broytingar
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14. mars 2025.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ova Heinesen, trivnaðarleiðara á telefon 73 00 12.