Køksfólk til dagstovnin Brúsa í Leirvík

Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at byrja 01. oktober 2025 ella skjótast tilber.

 Talan er um starv á 20 tímar um vikuna á Brúsa í Leirvík

Arbeiðsuppgávur:

  • Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Løn og setunarviðurskifti:

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. september 2025.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, leiðara á Brúsa- telefon 73 00 40.

Search by