Tiltak: Útsynningur í Leirvík

Byrjar

17. aug. 2021 kl. 14:30

Stað

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Lýsing

Upplivið føroysku fiskivinnuna ígjøgnum list, útróðrarbátar, søguliga frásøgn og smakkisansin. Ein læruríkur seinnapartur fyri tey, sum vilja uppliva føroysku fiskivinnuna av nýggjum.

Vit byrja á Báta- og Listasavninum – í gamla turkihúsinum. Her á havnarlagnum í Leirvík ímillum siðbundnar útróðrarbátar, flakavirkir og trukkar, hoyra tit søguna um, hvussu listin ímóti øllum fortreytum, spratt í eini útróðrarbygd. Og úr glugganum síggjast húsini, har leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, reiðraðist.

Niðriundir eru elligamlir útróðrarbátar, eitt lodd, eitt fiskiskrín, ein útsynningur – alt hevur eina søgu, men tann um kíkin er verd at taka burturúr. Og so hin heilt ótrúliga um Charles Lindbergh.

Úr heita savninum flyta vit okkum oman í kalda virkið hjá Norðfrá hinumegin vegin. Her er fiskivinnan sprelllivandi. Ein útsynning á høvdið og so er bara at fylgja væl við. Og so at enda skulu vit smakka høvuðsvinnuna – eina heita fiskasúpan. Havsins kovi, sum verður virkaður beint her.

Keyp atgongumerki her

Search by