Tiltak: Paradís – Ein dukkuleikur

Byrjar

22. feb. 2020 kl. 16:00

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

PARADÍS er ein hugtakandi og lívsjáttandi søga um ein gravarhjálparmann (bedemand).

Tað vit vita um hendan mann er, at hann ger tað sum gravarhjálparmenn gera. Hann tekur sær av teimum deyðu, leggur tey í kistuna og leggur loki á.

Hann hevur onga konu. Hann hevur ongan hund ella kettu, tí hann veit, at djór hava tað við at liva so stutt, at tað kann nokk ikki loysa seg.

Men hetta vita vit IKKI um hendan sjálvsama mann: Hann kann tosa við tey deyðu! Og teimum deyðu dáma at práta um alt møguligt.

Og so hatta við Paradísinum, er bara nakað gravarhjálparmaðurin finnur uppá fyri at troysta eina unga gentu, sum doyði alt ov ung.

Ella…passar tað kanska…, møguliga er paradís til?

Hóast dukkuleikurin tekur støði í einum álvarsamum evni, er leikurin sera skemtiligur, og hvørki tungur ella dapur.

Sjónleikabólkurin “De Røde Heste” hava gandað framúrskarandi bókina Paradís, eftir Kim Fupz Aakesons um til ein skemtingarsaman og lívsjáttandi sjónleik.

Claus Mandøe stýrir dukkunum so neyvt, at hann gerst eitt við dukkurnar, so at tú stundum gloymir at røddin er hansara.

Leikurin gongur fyri seg á donskum, og er tí best egnaður til størri børn og vaksin, men kann álíkavæl verða hugtakandi fyri smærri børn.

De Røde Heste hava framført leikin í fleiri ár í mongum londum, og hava fingið framúr góð ummæli í hópatali.

Atgongumerki á 50 kr. fáast á www.gfestival.fo, ella við dyrnar frá kl. 15.30. Kostnaður fyri børn og vaksin er eins.

Tónleikasamtakið Grót

Search by