Tiltak: Konsert við Stongum&Guttesen og Uni Debess Duo
Byrjar
19. mar. 2021 kl. 21:00
Stað
Tøting í Syðrugøtu
Lýsing
***Fríggjakvøldið 19. Mars kl. 21.00 í Tøting***
Vit gleða okkum at bjóða til eitt Blúsugt kvøld í Tøting, tá vælkendar vangamyndir úr føroyska tónleikalívinum koma at hjúkla um okkara tilveru við teirra dugnasemi.
Lagt er upp til eitt stak hugnaligt kvøld, við frálíkum sangskrivarum og lagsmiðjum, tá Uni Debess og Edvard Nyholm Debess (Mynd; Leivur Thomsen) koma at blúsa alt upp í skúm, og sera tíðarbæru og legendarisku Stongum og Guttesen koma at kynda undir pottinum og røra í teirra beinraknu, sermerktu og stundum skemtiligu ykringum, ið eru lagdar omaná teirra eyðkenda tónalag ið altíð sáar eitt serligt huglag yvir fjøldina.
Limir í Tónleikasamtakinum Grót, ið eru 18 ár ella yngri, hava ókeypis atgongd.