Tiltak: Konsert við Jasmin og Fremmand

Byrjar

15. feb. 2020 kl. 20:30

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Jasmin spældi eina minniliga konsert í Tøting í 2018, tá saman við bólkinum Dreamer´s Circus. Hendan konsertin verður enn umrødd sum ein heilt serliga góð konsert ímillum tey, sum vóru áhoyrarar hetta mai kvøldi í Tøting.
Jasmin hevur verið sera virkin síðani seinast hon vitjaði í Tøting, tí hevur Jasmin Mote og bólkur hennara ment seg og framleitt nógv nýtt tilfarð síðani tá.

Fremmand vóru á palli í Tøting seinast í september í fjør. Hetta er ein áhugaverdur bólkur við stórari ljóðmynd og nógvari orku.

Bólkurin er stovnaður í Danmark, tó við føroysku sangarinnuni Janu Hjalgrímsdóttir fremst á pallinum. Nýliga er ein áhugaverd broyting farin fram í bólkinum, tá dugnaligi føroyingurin Sigmund V. P. Zachariassen er komin uppí sum gittaristur, og harvið hevur ein gittari avloyst ein ljómborðspælara.
Umframt føroysku Janu og Sigmund, eru tveir danir Tobias Weltzer á trummum og Rico Holmer Andersen á bassi, hesir báðir hava somuleiðis sterk familjubond til Føroyar.
Føroyska sangarinnan í bólkinum Jana Hjalgrímsdottir skrivar tekstirnar á føroyskum og enskum, og eitt nú lagið “Í Sprekkunum”, hevur fingið serliga góða móttøku í Føroyum.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á www.gfestival.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Limir í Grót ið eru 18 ár ella yngri, hava ókeypis atgongd.

Search by