Tiltak: Bindikvøld millum bátar

Byrjar

10. mar. 2021 kl. 19:30

Stað

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Lýsing

Tak vinkonuna – ella allan bindiklubban! – undir armin

Kom oman á savnið og fá íblástur til tína binding. Vit fara hetta kvøldið at tosa um tað siðbundna í okkara binding, at deila royndir og at kjakast um evnið.

Elenora og Hallbjørg frá Lávusarhúsi fara at leggja okkum lag á og at greiða okkum frá.

Eisini verður góður møguleiki at sita og práta hvør í sínum lagi – og samstundis at smakka tær lekru bindiklubbakakurnar.

Tak tað við, tú hevur á stokkum, ella vís okkum okkurt, tú kanska er serliga errin av.

Ongar fortreytir eru.

> Keyp atgongumerki her

Search by