Tiltak: Bárður á Lakjuni & SWAY í Töting

Byrjar

18. sept. 2020 kl. 20:30

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Vit mugu gera vart við, at vit bert kunna loyva 70 áhoyrarum inn til konsertirnar fyri tíðina.

Bárður á Lakjuni:
Fyrsta soloútgávu hjá Bárði er nú loksins veruleiki. Hann hevur sjálvur smíðað bæði tekstir og løg. Tekstliga verður hugleitt um tað viðbrekna, følna og deyðiliga, um kærleika, ljós og frið, og hvussu dýrabart og vakurt lívið kann vera og er. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin og haraftrat skrivað trý av løgunum saman við Bárði. Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.
Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt í útvarpi síðani útgávudagin fyrr í ár, eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”.

Vit gleða okkum at fáa Bárð á pall í Töting saman við einum stórum bólki, og manningin verður hendan:
Bárður – Kassagittar og sang
Fríði Bjarkhamar – Trummur
David Simonsen – Bass
Oddur Joensen – Elgittar
Benjamin Djurhuus – Kassaguitar o.a.
Jan Nónklett – Tangentar og harmoniku Maria á Lakjuni – Kór
Eyðun á Lakjuni – Klaver

SWAY:
SWAY er ein nýggj acappella jazz trio, sum er myndað av Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen. Tær hava allar verið nógv frammi á tónleikapallinum seinasta árið sum solistar við egnum tilfari, men nú hava tær saman formað eina trio, har tær syngja góðar gamlar standards og eisini smíða nýggj egin løg í hesum sama stíli. Tær eru kanska serliga inspireraðar av The Andrews Sisters (uml. 1930 til 1960). Tær ynsktu at hoyra meira av hesum á føroyska tónleikapallinum, og tóku so ábyrgdina í egnar hendur. Hesin barbershop tónleikurin er spren fullur við energi, gleði, rørslu og er avbjóðandi fyri oyrað.

 

Atgongumerki á 150 DKK (tó bert 100 DKK fyri limir í Grót) fáast við dyrnar frá kl. 19.30.
Limir í Tónleikasamtakinum Grót ið eru 18 ár ella yngri, hava ókeypis atgongd.