Húsavørður til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir einum húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við húsavarðartoymi og rakstarleiðaranum. Húsavørðurin hevur ábyrgd av viðlíkahaldi av bygningum hjá Eysturkommunu.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá Eysturkommunu
  • At røkja og viðlíkahalda økið rundan um bygningarnar hjá Eysturkommunu
  • At røkja og viðlíkahalda almennu spæliplássini
  • At syrgja fyri at allar teknisku skipanir virkja á nøktandi hátt
  • At skipa vasking saman við vaskifólki
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Hevur handverkaraútbúgving
  • Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
  • Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
  • Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
  • Hevur telduforleika á brúkarastigi

Setanar- og lønartreytir:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevararfelag.

Nærri upplýsingar:

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Júst Olsen, rakstrarleiðara á tlf. nr. 790089 ella Unn S. Perdomo, tekniska leiðara á tlf. nr. 730013.

Umsókn:

Umsóknir við avrit av prógv og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo í seinasta lagi mikudagin 10. 12. 2025.

Search by