Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um starv á fulla tíð ella eftir avtalu at arbeiða í skiftandi vaktum at byrja 1. apríl 2024.
Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar.
Vit vænta at tú:
Um eingin við útbúgving sum heilsustarvsfólk søkir, kann ófaklærdur umsøkjari við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.
Vit kunnu bjóða tær
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Vesturstovu.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 730232 ella elsebeth@eystur.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn 29. februar 2024. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
Um Nánd
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo