Rói Kallsø, forstjóri í Demich, greiðir frá ætlanini.

Grøn orka til upphiting í Eysturkommunu

Skúlin og eldrasambýlið í Leirvík fáa nú eina grøna intelligenta upphitingarskipan. Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. Í dag varð sáttmálin um upphitingarskipanina undirskrivaður.

Verkætlanin um grøna hitaskipan í Leirvik er úrslit av kapping, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri í 2020 vegna norðurlendska samstarvsráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen. Føroyar vóru tá partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum saman við Danmark og Grønlandi.

Formansskapurin hevði við sær, at fígging bleiv sett av til eina serliga formansskaps¬verkætlan í hvørjum landi. Endamálið við føroysku verkætlanini er at finna mátar at gagnnýta vind- og vatnorku betur. Hetta so at fjarskotin øki, sum ikki hava atgongd til stóra streymkervið á evropeiska meginlandinum, kunnu nýta orkuna, tey sjálvi framleiða, so væl og burðardygt sum gjørligt.

Fyritøkan Demich vann kappingina, og tey hava nýtt seinasta hálva árið at laga verkætlanina til ynskini og krøvini hjá nýggja býráðnum í Eysturkommunu.

Grøn orka

Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum í løtuni hava oljufýr og brúka 70.000 litrar av olju um árið.

Intelligent elnýtsla

SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina stýriskipan, ið skal tryggja, at hitaskipanin í so stóran mun sum gjørligt gagnnýtir grønu elorkuna, sum vindmyllur og vatnorka framleiða. Tá framleiðslan úr vindorku um stutta tíð fer at vaksa nógv, verða ofta tíðarskeið, har væl meiri grøn elorka verður framleidd, enn brúk er fyri. Hesa orku skal hitaskipanin í Leirvík í mest møguligan mun brúka. Stýriskipanin er sokallað “smart-grid”. Hetta merkir, at skipanin syrgir fyri, at nógv elorka verður brúkt, tá ið yvirskot er av vind- og vatnorku, og at lítið av elorku verður brúkt, tá elframleiðslan er úr tungolju.

Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar elskipanini og upphitingarskipanini í Føroyum og í øðrum líknandi økjum.

Í dag, 20. juli, skrivaðu Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Rói Kalsø, stjóri í Demich, undir sáttmálan. Væntandi verður hitaskipanin klár at taka í nýtslu í juni 2022.

Search by