Her er ein uppsamling av, hvussu fyribyrginingarátøkini í smb. við Korona smittuna ávirka borgarar í Eysturkommunu. Hetta verður dagført leypandi, sum broytingar eru og verða heitt á borgarar um at halda seg kunnaðan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu og á Facebook síðuni hjá kommununi.
Dagstovnarnir lata upp aftur 20. apríl.
Bráðfeingis telefonin hjá kommunulæknanum (tlf. 771006) svarar fram til kl. 16 gerandisdagar, um spurningar eru í mun til corona. Tað er annars møguligt sum vant at ringja á bráðfeingis telefonina, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.
Eftir tilmæli frá landsins mynduleikum, um at fyribyrja, at Koronasmittan spjaðir seg, er Barnatannrøktin í Eysturkommunu fyribils stongd. Tó kunnu tey, ið hava bráðfeingistørv ringa á tlf. 73 00 32 ella 73 00 33.
Endurvenjingin letur upp fyri einstaklinga venjingum og venjingum í smáum bólkum frá 13/5.
Sjálvsvenjingin er fyribils stongd til og við 16/8-20
Eysturleiðin koyrir ikki frá mánadegnum 16. mars.
Nú næmingar í forskúlanum og 1. – 3. flokk hava møguleika at fara í skúla tann 20. apríl, skal boðast frá, at Eysturleiðin ikki koyrir fyribils. Sostatt verður fyribils heitt á foreldur um at koyra børnini í skúla.
Svimjihylurin og fimleikahallirnar í skúlanum í Eysturkommunu eru fyribils stongdar.
Frá mánadegnum 20. apríl hava dagstovnarnir aftur opið sum vant. Tó verða serlig fyrivarni tikin á dagstovnunum viðv. reinføri o.s.fr. fyri at fyribyrgja møguligari smittuspjaðing.
Foreldur rinda ikki barnaansingargjald fyri ta tíðina, dagstovnarnir hava verið stongdir. T.v.s. frá 16. mars til 19. apríl, meðan dagstovnarnir hava verið stongdir, rinda foreldur einki barnaansingargjald.
Virksemi á skrivstovuni hjá Eysturkommunu var munandi skert í eitt tíðarskeið frá 16. mars, men nú er avgreiðslan opin aftur sum vant. Serlig fyrivarni verða tó tikin fyri at tryggja reinføri og fyribyrgja møguligari smittuspjaðing.
IRF heitir á fólk um at binda fyri allar posar, sum fara út í gráa posan, fyri at minka um smittuvanda. Og at grái posin verður snøraður við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Les meira her.