Broyting í býarplaninum fyri Eysturkommunu við Gøtugjógv

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 31. oktobur 2024 at broyta býarplanin við Gøtugjógv.

Ætlanin er at broyta part av matrikul nr.2 við Gøtugjógv frá H-frílendi til B-Bústaðarendamál.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevnda matrikkli við Gøtugjógv, liggur frammi á hesi síðuni og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 16. desembur 2024 og til og við 13. januar 2025.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 03. februar 2025.

Eysturkommuna

16. desembur 2024

Search by