Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, sum seinast broytt við Løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Eysturkommunu Býráð samtykti á fundi 31. oktobur 2024 at broyta býarplanin fyri Syðrugøtu.
Broytingin fevnir um matrikul nr.215g, 215a, 94b, Litra n og Litra p. í Syðrugøtu.
Eysturkommunu Býráð samtykti á fundi 29. august 2024 at broyta býarplanin fyri Syðrugøtu.
Broytingin fevnir um matrikul nr. 44, 50, 40 og 37. í Syðrugøtu
Eysturkommunu Býráð samtykti á fundi 03. oktobur 2024 at broyta býarplanin fyri Syðrugøtu.
Broytingin fevnir um matrikul nr. 36a, 154, 187 og 189 í Syðrugøtu.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Syðrugøtu, liggur frammi á hesi síðuni og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 11. novembur 2024 og til og við 04. desembur 2024.
Eysturkommuna
11. novembur 2024