Arbeiðsfólk til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur:

Viðlíkahald av vegum, gøtum, kloakkum, vatnleiðingum, fríøkjum og øðrum fyrifallandi uppgávur.

Førleikar og royndir:

Tað er ein treyt, at tann, sum settur verður, hevur stóra koyrikortið og skal kunna koyra og arbeiða við lítlan lastbil, ið hevur krana.

Tað er ein fyrimunur, at tann, sum settur verður, er handverkari og hevur royndir frá kommunalum uppgávum.

Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Umráðandi er, at tann setti er fyrikomandi og arbeiðsglaður starvsfelagi.

Setanarviðurskiftir:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir:

Umsóknir skulu sendast til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreist er mikudagin 04. september 2024.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Júst Olsen, rakstrarleiðara á telefon 730089

Search by