Kunngerð – Broyting í Býarplaninum fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 25. Mai 2022 uppskot um at broyta býarplanin fyri matr.12a Við Gøtugjógv og verandi samtykt frá øki C2 til G2 øki Undir Gøtueiði.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 13. juni 2022 og til og við

06. juli 2022 á kommunuskrivstovuni.

Tilfar sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni www.eystur.fo.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. juli 2022.

Eysturkommuna

13. Juni 2022

Search by