Norðurlendski orku-granskingarstovnurin hevur játtað 1 millión í stuðuli til kanningar av eini øðrvísi sjóhitaverkætlan í Leirvík. Jarðfeingi stendur fyri kanningararbeiðinum til verkætlanina, sum Fríðfinnur Johnsson eigur hugskotið á.
Verkætlanin í Leirvík skilir seg frá øðrum verkætlanum við sjóhita, við at hon leggur lunnar undir at útvinna sjóhita til alla ella stórar partar av bygdini við eini felags skipan. Til dømis kann rørleiðingin, sum er løgd til kirkjuna, veita sjóhita til eini 15-20 vanlig hús afturat kirkjuni.
Føroyar upplagt til sjóhita
Tankin byrjaði í 2007, tá Fríðfinnur, sum altíð hevur havt áhuga fyri orkumenning, fór at hugsa meira um at menna varandi orkukeldur av umhugsan fyri umhvørvi, framtíðar ættarliðum og einum tryggari orkugrundarlagi.
– Føroyar eru eitt av fáu økjunum í heiminum, har sjógvurin er 6-11 gradir heitur alt árið, sigur Fríðfinnur. Harafturat er so lítil frástøða frá sjógvi til bygt øki. Tí er upplagt hjá okkum í Føroyum at gagnnýta tí øgiligu orkumongdina, sum eru í havinum rundanum okkum.
Í 2012, áðrenn nýggi vegurin til Norðoyatunnilin varð gjørdur niðri við sjóvarmálan í Leirvík, tók Fríðfinnur sakina í egnar hendur og legði eina rørleiðing undir vegin úti á Kráartanga. Kirkjuráðið í Leirvík gjørdi eisini av at leggja rørleiðing oman um bátahylin, so kirkjan var klár at gagnnýta sjóhita. Hetta var upplagda løtan, áðrenn sjóvarmálin varð skorin av við nýggja vegnum.
– Vit gleðast um tíllík framtøk frá borgarum í kommununi, tí grøn orka er okkum serliga nærliggjandi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Tað er tí við stórum áhuga, at vit fylgja við fyri at vita, um vit kunnu bjóða øllum leirvíkingum at vera partur av eini grønari orkuskipan, og tínæst at bjóða øllum borgarum í Eysturkommunu sama møguleika.
Aðrar verkætlanir eru longu royndar við sjóhita, eitt nú Betesda í Klaksvík, Boðanesheimið í Tórshavn og Sørvágs skúli. Royndirnar hava eydnast væl; til dømis spardi Sørvágs Skúlu nógv í oljuútreiðslum, tá skift varð yvir til at brúka sjóhita sum orkukeldu. Í hesum føri skal so kannast, hvørt sjóhiti kann gagnnýtast í eini felags skipan.
Varandi orka og orkugoymsla skulu kannast
Ymsar avbjóðingar eru við at útvinna sjóhita á henda hátt, og tí hevur Jarðfeingi nú tikið leiðslu av at lýsa verkætlanina og gera kanningar um hvussu hon í praksis kann gjøgnumførast.
Meira ítøkiligt snýr kanningararbeiði seg um, hvussu man í tunt-bygdum øki kann skifta yvir til varandi el-orku við hjálp av orkugoymslu og SmartGrid funktionaliteti. Til hetta hevur norðurlendska orku-granskingarstovnurin játta 1 millión krónur til at lýsa verkætlanina generelt, men við Leirvík sum keys.
Ein fylgibólkur frá kommununi er við í verkætlanini fyri at veita tekniska ráðgeving og útvega neyðug loyvir. Verkætlanin verður bjóðað út í næstum, og kanningarnar skulu vera lidnar til heystar.