Nánd bjóðar avvarðandi hjá rørslutarnaðum borgarum, sum sita í koyristóli ella líknandi, at læna ein buss mótvegis gjaldi á kr. 250 umframt áfylling av brúktum brennievni og møguligt tunnilsgjald.
Nær kann bussurin lænast?
Bussurin kann lænast allar dagar millum kl. 08.00-10.30 og 13.00-22.00.
Bussurin má bíleggjast í góðari tíð.
Mannagongd fyri lán av bussinum hjá Nánd
Set teg í samband við bussføraran í dagtímunum á tlf. 730244.
Far væl við bussinum, koyr lógliga, og set bussin aftur áðrenn kl. 22.00.
Bussurin skal latast aftur í sama standi, og tangin fyllast í mun til brúkt brennievni.
Um skaði kemur á bilin, boða bussføraranum frá, tá tú letur lykilin innaftur.