Borgarstjórin Per Martin Gregersen setur fyrsta spakan í 18. nov. 2021

Borgarstjórin setur fyrsta spakan í til nýggja útstykking í Leirvík

Hósmorgunin setti borgarstjórin Per Martin Gregersen fyrsta spakan í til víðari útstykkingina í Fløtugerði í Leirvík. Býlingurin fær 16 nýggj grundstykkir, ið eru úr 525 til 580 m2 til støddar. Hetta kemur afturat teimum 18 grundstykkjunum, sum vórðu liðug í 2019, har fleiri hús nú standa í ger.

Harafturat er pláss sett av til íbúðarøki, ið kommunan fer at bjóða út í næstum. Ætlanin er at bjóða hetta øki út líka sum íbúðarøkið í Norðragøtu. Væntandi kemur hetta økið at geva pláss til minst 11 bústaðir.

Tað var á býráðsfundi í mars, at býráðið samtykti at seta gongd á víðari útstykking í Fløtugerði í Leirvík. Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið. Listatión var í september og á býráðsfundi síðst í september samtykti býráðið av taka av lægsta tilboðnum, ið var frá Articon.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í september 2022.

Search by