Nýggj grundstykkir og íbúðarbygging í Leirvík

Á býráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið at seta gongd á víðari útstykking í Fløtugerði í Leirvík. Talan er um 18 grundstykkir og eitt øki á 3688 m2, sum kann brúkast til íbúðarbygging.

Hetta er byggistig 2 í Fløtugerði, har 18 nýggj grundstykkir vórðu útstykkjaði fyrraárið. Fleiri nýggj hús standa í løtuni í gerð, og nú verður stykkja út til enn fleiri bústaðir.

Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til byggistig 2 av útstykkingini, og hetta skal viðgerast av teknisku umsiting áðrenn tað verður endaliga góðkent. Tá hetta er góðkent er klárt at bjóða arbeiði út.

Stórur áhugi at búgva í Eysturkommunu

Áhugin at seta búgv í Eysturkommunu er stórur. Fyri sløkum mánað síðan vórðu 27 grundstykkir seld við Myllá í Norðragøtu. Nógv sótu klár við knappaborðið, tá grundstykkini vórðu sett til sølu tann 8. mars kl. 12.00, og eftir lítlari løtu vóru tey flestu grundstykkini umbiðin. Nakrar dagar seinni vóru øll grundstykkini farin.

Fólkatalið vaksur eisini støðugt. Í februar í ár búðu 2214 fólk í Eysturkommunu, sum er fjórðstørsta kommuna í landinum. Hetta er ein vøkstur á 58 íbúgvar seinasta árið. Seinastu 5 árini er fólkatalið vaksið 10,8%.

Eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur. Tí hevur býráðið sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbygging fyri at fáa fleiri bústaðir í kommununi. Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging. Á býráðsfundi 25. feb. samtykti býráðið eisini at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging. Og nú samtykti býráðið á seinasta fundi 24. mars at seta gongd á útstykkingina í Leirvík, bæði til vanlig grundstykkir og til íbúðarbygging.

Search by