Verkætlan
Arbeiðið avhendað.
Sjøtul settur á fyrsta grundstykki.
Asfalt-arbeiðið er liðugt. Manglar nakrir snøklar. Frámatrikuleringin er gjørd og fyrstu umsóknirnar um byggiloyvi eru sendar til kommununa. Nú er stykkini klár at byggja á.
Manglar bert asfalt-arbeiði.
Nærum alt arbeiðið er liðugt, og økið er frámatrikulerað. Eftir er bert at asfaltera vegirnar við nýggju grundstykkini. Ætlanin var, at hetta skuldi vera liðug um hálvan juli, men hetta bleiv útsett vegna manglandi tilfar til asfaltering frá Landsverk, ið er einasti veitari av asfalti í Føroyum.
Kantsteinar eru lagdir og gøtuljós eru komin upp. Eftir er at asfaltera, og so skulu onkur rør skulu leggjast afturat og drenast skal omanfyri útstykkingina. Arbeiðið skuldi verið liðugt í juni, og síðan manglar bert frámatrikulering, ið væntast at vera liðug um hálvan juli.