Leygardagin vann Víkingur 2-0 sigur á KÍ á Tórsvølli og tryggjaði sær gullið í kappingini um Løgmanssteypið 2026. Alla vikuna vóru fyrireikingar og upphiting á skránni hjá Eysturbúgvum. Ung sum gomul vóru við til at skapa tann góða steypafinalustemningin.
Ítrótturin hevur stóran týdning fyri felagsskapin í kommununi, og hetta merkist allastaðni ein fer upp undir ein slíkan dyst. Eitt nú varð skipað fyri upphiting á dagstovnunum, frítíðarskúlanum og skúlanum í Eysturkommunu.
Fagnaðurin var stórur eftir minnisríka dystin leygarkvøldið og enn merkist góði stemningurin í bygdunum.
Eisini eiga U15- og U18-dreingirnir hjá Víkingi stórt rós uppiborið. Teir vóru í steypafinalunum og stríddust til tað síðsta. Hóast úrslitið ikki gjørdist tann sigurin teir ynsktu sær, vunnu teir silvurheiðursmerki og hava víst bæði áræði, samanhald og vilja til at røkka langt.
Hjartaliga til lukku við avrikinum – og hjartaliga til lukku allir Víkingar!