12. mai 2019

16 nýggj grundstykkir og íbúðarøki gerast í Leirvík

Býráðið hevur samtykt at taka av tilboðið um víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Talan er um 16 grundstykkir umframt eitt øki til íbúðarbygging. Hetta kemur afturat teimum 18 grundstykkjunum, sum vórðu liðug í 2019, har fleiri hús nú standa í ger.

Lisitatión varð hildin í býráðshúsinum tann 9. september, har trý tilboð komu inn. Býráðið samtykti at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Articon. 

Tað var á býráðsfundi í mars, at býráðið samtykti at seta gongd á víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið, og arbeiðið ferð í gongd sum skjótast. 4.000.000 kr eru settar av til endamálið á fíggjarætlanini í ár. Restin verða játtaðar í 2022.

Fólkatalið støðugt vaksandi

Í august í 2020 búðu 998 fólk í Leirvík, og september fór fólkatalið upp um 1000 íbúgvar. Fólk leggjast støðugt afturat, og í augst 2021 búðu 1019 fólk í Leirvík – ein vøkstur á 21 fólk seinasta árið. 

Fyri fimm árum síðan – í 2016 – búðu 914 fólk í Leirvík, og eru sostatt 105 fleiri fólk í bygdini í dag. Sama rákið sæst fyri alla kommununa, har fólkatalið er vaksið 10% seinastu fimm árini. við fólkavøkstri í øllum bydgunum.

Search by