Serstøk byggisamtykt fyri sethúsaøki í Fløtugerði í Leirvík, matr.339a

Býráðið í Eysturkommunu samtykti á fundi tann 27. oktober 2022 uppskot til
serstaka byggisamtykt fyri sethúsaøki í Fløtugerði, í Leirvík, matr 339a.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um at áseta treytir, staðseting og hædd fyri
byggingina.
Tilfar, sum lýsur uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á
www.eystur.fo og í býráðshúsinum í Norðragøtu frá 14. november 2022 og fram
til 08. desember 2022.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða
kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 30. desember 2022.

Search by