Í sambandi við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu, omanfyri Garðabrekku, fer arbeiðstakarin J&K Petersen at fremja spreingiarbeiði vegna Eysturkommunu.
Fyrsta spreinging verður í dag KL.14:00
Sprongt verður 1–2 ferðir um vikuna í einum tíðarskeið á umleið 6 mánaðir. Vegna summarfrítíð verður ikki sprongt í viku 31 og 32.
Tá klárt er at spreingja, verður varslað við floytu. Meðan spreinging fer fram, verður vegurin Garðabrekka stongdur, og vaktir verða staðsettar við vegin fyri at tryggja trygdina hjá ferðsluni og teimum, ið eru í økinum.
(Arbeitt verður vit at seta føst tíðspunkt og dagar í vikuni, fyri at borgarar vita nær sprongt verður í ásetta tíðarskeiðinum.)
Vit heita á øll um at vísa varsemi og fylgja teimum ávísingum, ið verða givnar á staðnum.
Vinarliga Eysturkommuna