Týsdagur 4. feb. 2020

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Nýggja útstykkingin við Myllá í Norðagøtu er liðug og 27 grundstykkir eru nú klár at seta alment til sølu. Grundstykkin koma til sølu mánadagin tann 8. mars kl. 12.00 her á heimasíðuni undir Grundstykkir.

Tá gamli bíðilistin eftir grundstykkjum varð avtikin í fjør stóðu 6 á bíðilista eftir grundstykki í Norðragøtu. Útstykkingin við Myllá var tá í gerð, og býráðið samtykti tí, at hesi skuldu fáa møguleika at velja eitt grundstykki tá útstykkingin varð liðug, áðrenn bíðilistin varð endaliga avtikin. Síðan skuldu nýggju grundstykkini við Myllá verða sett alment til sølu á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Tey, ið stóðu á bíðilistanum, hava tí fingið freist til 2. mars 2021 at venda aftur, um tey ynskja sær eitt av grundstykkjunum. Fríggjadagin 5. mars verða tøku grundstykkini løgd út á heimasíðuna, og hesi verða síðan sett alment til sølu á heimasíðuni mánadagin tann 8. mars kl. 12.00.

Kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 kr. pr m2. Harafturat verður eitt íbindingargjald á kr. 20.000 kr kravt til íbinding í felags reinsiverk.

Innan byggiloyvi verður givið, skal ein gjalda 15.000 kr í depositum fyri møguligar skaðar á kommunala ogn. Um eingin skaði er í byggitíðini, verður upphæddin goldin grundstykkjaánaranum aftur.

Vit skulu gera vart við, at fermetrarinir á grundstykkjunum eru vegleiðandi og tískil kann ein vanta at fermetrartali kann broytast.

Search by