Ann 20 ára starvsdag

Týsdagin 27. oktober varð Ann Mohr heiðrað fyri 20 ár í starvi hjá Eysturkommunu. Í hesum sambandi vitjaðu starvsfólkaleiðarin og borgarstjórin á arbeiðsplássið hennara, har hon fekk handað eitt blómutyssi sum tøkk fyri trúgva tænastu.

Ann er tannatstøðingur og byrjaði í starvi í barnatannrøktini við Gøtugjógv í 2006. Tá barnatannrøktin flutti til Leirvíkar í 2017, fór Ann til Leirvíkar at arbeiða og har hevur hon starvast síðani.

Ann greiðir frá, at hon kendi seg sera væl móttikna, tá hon byrjaði at arbeiða í Gøtu. Somuleiðis varð hon væl móttikin í Leirvík, tá barnatannrøktin flutti hagar.

Eysturkommuna ynskir Ann hjartaliga til lukku við starvsdegnum og takkar fyri hennara góða arbeiði og stóra íkast øll hesi árini.  

Search by