Avtøka av bíðilista til grundstykkir

Býráðið samtykti á seinasta býráðsfundi at avtaka bíðilistan til grundstykkir í kommununi. Orsøkin er, at verðandi mannagongd við bíðilista hevur nógva umsiting við sær, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði.  

Ein onnur orsøk til at avtaka bíðilistan er, at sum nú er hevur Eysturkommuna grundstykkir tøk og tískil verður mett óneyðugt at hava ein bíðilista. Støðan per 21. januar var hendan:

  • Norðragøta: 6 á bíðilista – 2 grundstykkir tøk
  • Syðrugøta: 11 á bíðilista. Av hesum hava 7 fingið bjóðað grundstykkið, og 3 grundstykkir eru tøk.
  • Leirvík: 8 á bíðilista. Øll hava fingið bjóðað grundstykki. Har eru 4 grundstykkir tøk.
  • Við Gøtugjógv: eingin á bíðilista. 2 grundstykkir tøk
  • Undir Gøtueiði: 4 á bíðilista. 3 hava fingið bjóðað grundstykki. 3 grundstykkir eru tøk.

Áðrenn listin verður avtikin verður kunningarskriv sent til øll, ið standa á bíðilista í løtuni. Ynskja tey ikki at taka av einum tøkum grundstykki innan ásetta tíðarfreist, verður teirra depositum á 20.000 kr. endurgoldið. Eftir hetta og framyvir verða øll tøk grundstykkir lýst alment til sølu á okkara heimasíðu. 

Mannagongdin framyvir

Mannagongdin fyri keyp av grundstykki verður, at eitt fast tíðspunkt hvønn mánað verður listin av tøkum grundstykkjum dagførdur. Harvið fáa allir borgarar kunning um tøk grundstykkir samstundis. 

Tøk grundstykkir verða lýst á heimasíðuni við yvirliti og plan av øki. Síðan kunnu áhugaði søkja skrivliga um at keypa grundstykki umvegis frymil á heimasíðuni. Grundstykki skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir at fyrispurningur um grundstykki er sendur til kommununa. 

Um eitt umbiðið grundstykki ikki goldið innan freistina verður tað lýst leyst aftur næstu ferð, listin verður dagførdur.

Search by