Skótarnir byrja aftur

Nú er tíðin komin til eitt nýtt skótaár, og vit gleða okkum at byrja aftur, sigur Skótabólkurin Leirvíks Páll á Facebook.

Byrjað verður við einum felagsskótafundi fyri allar úlvar, skótar, ungdómsskótar, foreldur og leiðarar í Limmilund mikudagin 28. august kl. 18. Á skránni er eitt legubál, kunning um komandi skótaár og innliming.

Vanligu skótafundirnir byrja vikuna eftir, og liðini møta soleiðis:

  • Yngra úlvalið (1.-2. fl.) mikudag kl. 17.00
  • Eldra úlvalið (3.-4. fl.) mikudag kl. 18.30
  • Skótaliðið (5.-7. fl.) týsdag kl. 19.00
  • Ungdómsskótaliðið (8.-10. fl.) annanhvønn hósdag kl. 19.00

Spurningar kunnu vendast til liðleiðararnar ella bólkaleiðaran:

  • Eydna Lucia Nesá, liðleiðari hjá yngra úlvaliðið, tlf. 229845
  • Áslakur Heinesen, liðleiðari hjá eldra úlvaliðið, tlf. 585382
  • Sóley Mikkelsen, liðleiðari hjá skótaliðinum, tlf. 586292
  • Helma Maria Tróndheim, liðleiðari hjá ungdómsskótaliðinum og bólkaleiðari, tlf. 593056
Search by